Tyr
Tyr - Nornagest Ríma lyrics
Your rating:
Eit er frøðið um Nornagest, -tú tarvst onki ráð geva í vanda- tílíkum góðum gekk han næst, -hvør ein sveinur geri so- oksar tólv vóru leiddir á torg og so fram á fríðu borg -Hvíta tjald nívir niður frammi. Enn gellir lúður í stavni, Kallur kom heim við ungum syni, Kelling situr so hákonu blíð, Hvíta tjald nívur niður frammi.- Kongur ætlar at høgga teir, -tú tarvst onki ráð geva í vanda- Tílíkum góðum gekk tað við gleim. -hvør ein sveinur geri so- Kongurin hjó so mikið høgg, At blóðið dreiv við benjar døgg -Hvíta tjald nívir niður frammi. Enn gellir lúður í stavni, Kallur kom heim við ungum syni, Kelling situr so hákonu blíð, Hvíta tjald nívur niður frammi.- Allir duttu teir deyðir niður, -tú tarvst onki ráð geva í vanda- Øxin stóð í stokki við. -hvør ein sveinur geri so- Allir lovaðu hilmarhøgg, blóðið dreiv um benjardøgg. -Hvíta tjald nívir niður frammi. Enn gellir lúður í stavni, Kallur kom heim við ungum syni, Kelling situr so hákonu blíð, Hvíta tjald nívur niður frammi.- Har kom kall við høkjur tvær, -tú tarvst onki ráð geva í vanda- Studdist so fast á báðar tær. -hvør ein sveinur geri so- Kongurin kvøður kalli blíttt: â€Hví lovar tú ikki høggið mítt†-Hvíta tjald nívir niður frammi. Enn gellir lúður í stavni, Kallur kom heim við ungum syni, Kelling situr so hákonu blíð, Hvíta tjald nívur niður frammi.- Yvrið harra var høggið títt, -tú tarvst onki ráð geva í vanda- í forðum sá eg vænari slíkt. -hvør ein sveinur geri so- Tá skalv bæði leyv og lund, Sjurður høgg ormin í miðju sundur.†-Hvíta tjald nívir niður frammi. Enn gellir lúður í stavni, Kallur kom heim við ungum syni, Kelling situr so hákonu blíð, Hvíta tjald nívur niður frammi.- â€Kanst tú siga frá Sjurð svein, -tú tarvst onki ráð geva í vanda- hann var frægur av fornum ein.†-hvør ein sveinur geri so- â€Tað kann eg siga Sjurði frá, tílikan eingin við eygum sá. -Hvíta tjald nívir niður frammi. Enn gellir lúður í stavni, Kallur kom heim við ungum syni, Kelling situr so hákonu blíð, Hvíta tjald nívur niður frammi.- Høgni var ein heiðursmann, -tú tarvst onki ráð geva í vanda- Ljotan av lit so kendi eg hann. -hvør ein sveinur geri so- Gunnar var so reystur og ríkur, fróður og blíður og Gunhild líkur. -Hvíta tjald nívir niður frammi. Enn gellir lúður í stavni, Kallur kom heim við ungum syni, Kelling situr so hákonu blíð, Hvíta tjald nívur niður frammi.- Fróður og blíður og Gunhild líkur, -tú tarvst onki ráð geva í vanda- Seint man føðast annar slíkur. -hvør ein sveinur geri so- Faðir mín átti fríðdligt bú. Fjól tað mikið um manga kú. -Hvíta tjald nívir niður frammi. Enn gellir lúður í stavni, Kallur kom heim við ungum syni, Kelling situr so hákonu blíð, Hvíta tjald nívur niður frammi.- Eg sat á skógvi og goymdi hest, -tú tarvst onki ráð geva í vanda- Helst tá ið veðurið var best. -hvør ein sveinur geri so- Riðu teir um dikið heim, Gunnar og Høgni og Sjúrður svein. -Hvíta tjald nívir niður frammi. Enn gellir lúður í stavni, Kallur kom heim við ungum syni, Kelling situr so hákonu blíð, Hvíta tjald nívur niður frammi.- Ríðu teir um díkið tá, -tú tarvst onki ráð geva í vanda- Eg var sevin og sá hará. -hvør ein sveinur geri so- Gunnars hestur sprakk um fyrst, Gunnar kandi væl tann dyst. -Hvíta tjald nívir niður frammi. Enn gellir lúður í stavni, Kallur kom heim við ungum syni, Kelling situr so hákonu blíð, Hvíta tjald nívur niður frammi.- Høgna hestur sprakk um tá, -tú tarvst onki ráð geva í vanda- Grani fastur í feni lá. -hvør ein sveinur geri so- Sjúrðar hestur sprakk um síðst, tá gav Guð mær goðan list. -Hvíta tjald nívir niður frammi. Enn gellir lúður í stavni, Kallur kom heim við ungum syni, Kelling situr so hákonu blíð, Hvíta tjald nívur niður frammi.- Grani fell í fenið fast, -tú tarvst onki ráð geva í vanda- galtagjørðin sundur brast. -hvør ein sveinur geri so- Allir stigu úr søðlum teir, Gunnar, Høgni og Sjúrður svein. -Hvíta tjald nívir niður frammi. Enn gellir lúður í stavni, Kallur kom heim við ungum syni, Kelling situr so hákonu blíð, Hvíta tjald nívur niður frammi.- Allir tuga á dýran hest, -tú tarvst onki ráð geva í vanda- Sjúrður tugar á teymar mest. -hvør ein sveinur geri so- Ofta havi eg um díkið trott bæði dag og døkka nátt. -Hvíta tjald nívir niður frammi. Enn gellir lúður í stavni, Kallur kom heim við ungum syni, Kelling situr so hákonu blíð, Hvíta tjald nívur niður frammi.- Gestur, ger mær viljan ein -tú tarvst onki ráð geva í vanda- tváa mín góða gangara rein'. -hvør ein sveinur geri so- Sylgjan, íð sundur brast fyri mær, Hana, Gestur, gevi eg tær. -Hvíta tjald nívir niður frammi. Enn gellir lúður í stavni, Kallur kom heim við ungum syni, Kelling situr so hákonu blíð, Hvíta tjald nívur niður frammi.- Riðu so fram at eina á, -tú tarvst onki ráð geva í vanda- Eingin kundi til manna sjá. -hvør ein sveinur geri so- Eg tváaði hans bróst og bringa rein', hans lær og legg og langa bein. -Hvíta tjald nívir niður frammi. Enn gellir lúður í stavni, Kallur kom heim við ungum syni, Kelling situr so hákonu blíð, Hvíta tjald nívur niður frammi.- Góðan gangara gjørdi eg rein', -tú tarvst onki ráð geva í vanda- síðan hevði meg Sjurður til svein. . -hvør ein sveinur geri so- Vær ríðum so fram á Fávnis ból, Har skein gull sum geisar av sól. -Hvíta tjald nívir niður frammi. Enn gellir lúður í stavni, Kallur kom heim við ungum syni, Kelling situr so hákonu blíð, Hvíta tjald nívur niður frammi.- Eg tók eitt hár av sama hesti, -tú tarvst onki ráð geva í vanda- tað var sítt og vaxið mest. -hvør ein sveinur geri so- Tað var favn og feti sítt. glógvaði rætt sum silvur hvítt. -Hvíta tjald nívir niður frammi. Enn gellir lúður í stavni, Kallur kom heim við ungum syni, Kelling situr so hákonu blíð, Hvíta tjald nívur niður frammi.- Eg havi í forðum farið vítt, -tú tarvst onki ráð geva í vanda- Ei funnið ljós og lívið mítt.†-hvør ein sveinur geri so- Kongur gav honum skaft og skeið, Og sjálvur segði han kalli leið. -Hvíta tjald nívir niður frammi. Enn gellir lúður í stavni, Kallur kom heim við ungum syni, Kelling situr so hákonu blíð, Hvíta tjald nívur niður frammi.- â€Í Fraklandi er vatnið vítt, -tú tarvst onki ráð geva í vanda- Har er ljós og lívið títt.†-hvør ein sveinur geri so- Leingi kavaði kurtis mann, áður hann beint á blýggið fann. -Hvíta tjald nívir niður frammi. Enn gellir lúður í stavni, Kallur kom heim við ungum syni, Kelling situr so hákonu blíð, Hvíta tjald nívur niður frammi.- Kørnar prestur skírði hann, -tú tarvst onki ráð geva í vanda- Tá leið lív sum ljósið brann. -hvør ein sveinur geri so- Tá ið ljós í lyktu var brent, Tá var lív og levnað ent. -Hvíta tjald nívir niður frammi. Enn gellir lúður í stavni, Kallur kom heim við ungum syni, Kelling situr so hákonu blíð, Hvíta tjald nívur niður frammi.-