Tyr
Tyr - Ólavur Riddararós lyrics
Your rating:
“Hvørt skal tú riða, Ólavur mín á lofti hongur brynja tín Tú fer ikki at veiða tað hind men tú fer til tína leikalind Hvit er skjúrtan, væl er hon tvigin í blóði verður hon av tær drigin†Ólavur snúðist síni móður frá “Gud gevi ikki ganga sum mær er spáad†Ungir kallar, kátir kallar, gangið upp á gólv dansið lystilig Ólavur ríður eftir bjørgunum fram -kol og smiður við fann hann upp á eitt álvarann Út kom eitt tað álvafljóð flættað hár á herðar dró “Ver vælkomin Ólavur Riddararós tú gakk í dans og kvøð fyri oss†“Tú tarvt ikki flætta títt hár fyri meg eg eri ikki komin at biðja teg Eg kann ikki meira hjá álvum vera í morgin lati eg mítt brúdleyp gera†“Hvat heldur vilt tú sjey vetur liggja á strá ella vilt tú í morgin til moldar gá†Hon skonti honum í drykkjuhorn har fór í tað eiturkorn Ólavur studdist við saðilboga -kol og smiður við hann kysti tá moy av lítlum huga Ungir kallar, kátir kallar, gangið upp á gólv dansið lystilig