Tyr
Tyr - Fípan Fagra songtekst
Je score:
Skalli undir fjally byr garpar til hann ríða: Táð var honum til eydnu lagað hann átti dóttur fríða. Há trummar í høll hermenn ríða fram Jomfrú leikar í lundum við tann edilmann. Eirikur gongur frá strondum niðan ein vid ongar sveinar Hann sær frúgv við akur sita talar við hana eina. Há trummar í høll hermenn ríða fram Jomfrú leikar í lundum við tann edilmann. "Tað var mær til eydnu lagad eg skuldi akur goyma Siti eg úti árla og síðla eg kann ikki vánir gloyma." Há trummar í høll hermenn ríða fram Jomfrú leikar í lundum við tann edilmann. "Eg vi teg við sømdir fá, ást og góðan vilja Fagra teg so til hallar heim, og teg frá vánum skilja." Há trummar í høll hermenn ríða fram Jomfrú leikar í lundum við tann edilmann. Risin gonir frá srtondum niðan ein við ongar sveinar Hann sær frúgv við akur sita talr við hana eina. Há trummar í høll hermenn ríða fram Jomfrú leikar í lundum við tann edilmann. Kjaftur hans er ógviligur, nasarnar tær eru langar So eru hansara kjálkabein sum fjórðung var at ganga. "Tá Ið tú kemur í trongan skógv, tú hav væl onnur klæðI Rív upp á teg bjørkuvid, tad javnt við jørðina dragi!" Há trummar í høll hermenn ríða fram Jomfrú leikar í lundum við tann edilmann. "Navn hevur tú av neyðum fingið so tíni klæðI skorin Tað er ikki á tínari ævi tú hevur tað tílíkt borið!"