Tyr
Tyr - Ormurin Langi lyrics
Your rating:
Viljið tær hoyra kvæði mítt, viljið tær orðum trúgva, um hann Ólav Trygvason, hagar skal ríman snúgva. Glymur dansur í høll, Dans sláið ring Glaðir ríða noregis menn til Hildar ting. Knørrur varð gjørdur á Noregis landi, gott var í honum evni; sjúti alin og fýra til var kjølurin millum stevna. Har kom maður á bergið oman við sterkum boga í hendi: "Jallurin av Ringaríki hann meg higar sendi" "Einar skalt tú nevna meg væl kann boga spenna Tambar eitur mín menski bogi, ørvar drívur at renna" "Hoyr tú tað, tú ungi maður vilt tú við mær fara, tú skalt verða mín ørvargarpur Ormin at forsvara" Gingu teir til strandar oman ríkir menn og reystir lunnar brustu og jørðin skalv teir drógu knørr úr neysti Einar spenti triðja sinni Ætlar jall at raka tá brast strongur av stáli stinna í boganum tók at braka Allir hoyrdu strongin springa kongurin seg undrar hvat er tað á mínum skipi so ógvuliga dundrar Svaraði Einar Tambarskelvir kastar boga sín Nú brast Noregi úr tínum hondum kongurin harri mín Nú skal lætta ljóðið av eg kvøði ei longur á sinni nú skal taka upp annan tátt dreingir leggi í minnið