Eivør Pálsdóttir

Eivør Pálsdóttir - Myrkursins náði lyrics

Your rating:

Í dag hava fuglar ei sungið eitt lag.
Tað var eins og slóknaði sólin í dag,
og jørðin, hon helt uppat við at mala,
og børnini hildu uppat við at spæla.

Stjørnurnar duttu allar niður av himni,
og mánin, hann fánaði burtur og inni.
Í stovuni míni ei hoyrdist eitt ljóð,
í myrkursins djúpastu náði eg stóð.

Myrkursins náði,
myrkursins náði,
myrkursins náði fevndi meg,
fevndi meg.

Henda løtan, hon dró meg til ógingnar gøtur,
til heimsins byrjan og til lívsins djúpastu røtur.
Og myrkrið var hvørki ónt ella kalt,
nei, myrkrið var ei enn blivið ónt ella kalt.

Tað einasta, eg hoyrdi, vóru undarlig ljóð,
men so føgur og rein og so yndislig ljóð,
og einki var endað, og einki var byrjað,
og einki var sjónligt, og einki var hyljað.

Myrkursins náði,
myrkursins náði,
myrkursins náði fevndi meg,
fevndi meg.
Get this song at:
bol.com
amazon.com

Copyrights:

Author: ?

Composer: ?

Publisher: ?

Details:

Released in: 2007

Language: Icelandic

Appearing on: Mannabarn (2007)

Share your thoughts

This form is protected by reCAPTCHA and the Google Privacy Policy and Terms of Service apply.

0 Comments found