Eivør Pálsdóttir

Eivør Pálsdóttir - Elisabet og Elinborg lyrics

Your rating:
Lítla søta Elinborg við sóljugulum hári,
hon syngur, og hon dansar frítt og gleðist nú um várið.
Hon spælir sær við blómurnar, hon elskar vakrar litir.
Sum ein føgur sóljudrotning í grasinum hon situr.

Elisabet Maria við vøkrum, bláum eygum,
hon málar vakrar málningar við gulum og við reyðum.
Hon málar allar litirnar, sum dagurin man eiga,
sum ein føgur stjørnusól Elisabet Maria

Brátt so verður friðarligt, og fuglaveingir hvíla,
sólin bjarta svevur nú, og mánin fer at skína.
Tá fara tær til pápa sín, sum søgur veit at siga,
og nú svevur lítla Elinborg og Elisabet Maria.
Get this song at:
bol.com
amazon.com

Copyrights:

Author: ?

Composer: ?

Publisher: ?

Details:

Released in: 2007

Language: Icelandic

Appearing on: Mannabarn (2007) , Human Child (2007)

Share your thoughts

This form is protected by reCAPTCHA and the Google Privacy Policy and Terms of Service apply.

0 Comments found