Eivør Pálsdóttir

Eivør Pálsdóttir - Í Gøtu ein dag lyrics

Your rating:
Í Gøtu ein dag
har hendi eitt undur, ei fyrr var tað sæð:
Tað skramblar sum heglingsæl – luftin var klár
tað ýlur av stormi – tó ei rørdist hár,
klettarnir spreingjast, sum snarljós teir traff.
:,: Øll Gøta var paff. :,:
Ei undur var í:
Í Tróndargjógv undir Borðoyarlíð
lá Tróndur og rembdist, hann spenti so fast,
at Trølkonufingur í liðinum brast,
og Kellingin datt, hon stóð har so trygt,
:,: og Risin fekk gikt :,:
Nú vaknaði við
hin gamli í gjónni og royndi eitt stig,
men tungur var bulur og beinini veik,
tó hvat gjørdi Tróndur tá mátturin sveik?
Hann gandaði Geyta í grøvini lá,
:,: so Geyti stóð hjá. :,:
Teir heilsaðust so.
Hoyr olmussudýrið, mær tørvar eitt boð.
Eg svav her so leingi, eg sigi tær satt,
eg veit ikki hvussu í Føroyum er statt.
Um tingið er sett og um menn lata skatt,
:,: meg lysti at frætt. :,:
Tað gekk so ein tíð,
og Geyti kom aftur í Borðoyarlíð.
“Jú, nógv er at frætta, teir lesa í bók
um Sigmund og teg og um kalvan teg tók.
Í gandi hvør maður í Føroyum er nú
:,: nógv betur enn tú. :,:
Teir sigla í logn,
teir rógva og hava ei árar í ogn.
Teir tosa úr Gøtu og suður í Vág,
úr Føroyum til Hetlands eitt ílatog lá;
hin “rómarski” pávin lá deyður ein dag -
:,: brátt vistu teir tað. :,:
Men fólkið er smátt,
og kvinnurnar detta um miðjuna brátt.
Á høvdinum bera tær fjarðar og gras,
og eg sá ein mann nýta botn, tá hann las.
Á monnum er pannan so høg, at eg sá
:,: hana aftanífrá. :,:
Og alt letur skatt,
og mjøður er bannaður – jú tað er satt.
Tað mesta av jørðini fór undir kong” -
Tá suffaði Tróndur: “So aftur í song! -
Men sig hvat ger tingið. Nú statt ei og bín!”
:,: “Jú, teir selja grýn!” :,:
Get this song at:
bol.com
amazon.com

Copyrights:

Author: ?

Composer: ?

Publisher: ?

Details:

Released in: 2000

Language: Icelandic

Appearing on: Eivør Pálsdóttir (2000)

Share your thoughts

This form is protected by reCAPTCHA and the Google Privacy Policy and Terms of Service apply.

0 Comments found